Vit byggja sethús um allar Føroyar.

Ring 710072 ella skriva mail til beinir@brigadahus.fo

Lyklaklár sethús til Føroyingar

Vit kunnu bjóða lyklaklár sethús um allar Føroyar til lagaligar prísir. Um ein ynskir tað, ber eisini at velja innilokaði hús. Vit kunnu bjóða hús í fleiri støddum; frá 80 m² til 175 m². Húsini verða bygd í modulum uttanlands og verða síðani sett upp í Føroyum. Húsini verða bygd eftir ES-lógum um húsabygging, sum m.a. eisini er galdandi í Danmark. Húsini uppfylla eisini føroysku lóggávuna (BK17) um húsabygging.

Tað er møguligt at tillaga húsini. Tú ert vælkomin at ringja til Beinir á 710072 ella at skriva til beinir@brigadahus.fo, um tú hevur spurningar um eitthvørt - eisini tillagingar.

Blaða longur niður fyri at lesa um húsini.

Snið 12
Húsini hava stovu og køk í einum, 3 kømur, 2 baðirúm, vaskirúm/tøknirúm, gongd og durur. Tilsamans eru húsini 106 m2.